Total War fer til Warhammer universið
27/04/2015 klokkan 08:00 - HForce


Tað eru fimtan ár síðani tað fyrsta Total War spælið varð útgivið. Tað kallaðist Shogun: Total War, og síðani tá eru nógvar iteratiónir komnar út. Vit hava sæð ríkir sum Rom, og persónar sum Napoleon avmyndaði í røðini.

Nú kemur fyri fyrstu ferð eitt Total War spæl baserað á eitt fiktivt univers. Talan er um Warhammer universið hjá Games Workshop. Vit hava fingið ein cinematiskan announcement trailer, sum illustrerar eitt episkt stríð.

Tú sært tann nýggja announcement trailer niðanfyri. Hetta sær feitt út, men ein CG trailer sigur okkum sjálvandi ikki nógv um gameplay.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.