Prize pool til Dota 2 rakt $10 milliónir dollars
01/06/2015 klokkan 06:00 - HForce


Tað eru Valve, sum skipa fyri The International, størsta kappingin í Dota 2. Í fjør kappaðust liðini fyri eina pulju á yvir 10 milliónir dollars. Ársins finala verður ikki hildin fyrr enn í august, og allíkavæl er puljan longu komin upp á 10 milliónir dollars.

Puljan vaksur nemliga í takt við, at Dota 2 spælarar keypa tað so-kallaða Compendium, sum gevur ymsar in-game ágóðar í spælinum. 25% av samlaðu Compendium søluni fer beint í premiu puljuna.

Tú kanst síggja ein graf yvir vøksturin higartil á hesari heimasíðuni. Har kanst tú eisini samanbera gongdina við í fjør.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.