Mass Effect ferðast til Andromeda galaksuna
21/06/2015 klokkan 06:00 - HForce


Tann upprunaliga Mass Effect trilogiin er liðug, men nú kemur eitt spildurnýtt innlegg í seriuna! Tað eitur Mass Effect: Andromeda, og tað gongur fyri seg í (spoiler alert) Andromeda galaksuni.

Sjálvt um universið er tað sama, so letur tað ikki til at tey somu fólkini ganga aftur. Andromeda gongur nemliga fyri seg leingi aftaná hvat hendi í tí upprunaliga. Tað gevur eisini meining, eftirsum at tað ikki bar til at ferðast útum Mjólkavegin í spølunum vit kenna. Hóast Andromeda er okkara tættasta nábúgva-galaksa, so er hon ekstremt langt vekk (nøkulunda 2,5 milliónir ljósár vekk).

Tað verður spennandi at síggja, hvussu Bioware flættar intergalaktiskar ferðir inn í Mass Effect universið. Men vit noyðast at bíða til 2016 fyri at finna útav tí. Tú sært announcement trailer fyri Mass Effect: Andromeda niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.