Hololens demo við Minecraft
18/06/2015 klokkan 06:00 - HForce


Hololens eru high-tech brillurnar hjá Microsoft. Tey flestu arbeiða við Virtual Reality fyri tíðina, eitt nú Oculus og Valve. Men Hololens er ikki Virtual Reality, tað er Augmented Reality.

Hetta merkir at tú sært enn umheimin gjøgnum glasið í brillunum, men myndir verða allíkavæl vístar á glasinum sum eitt "overlay" yvir veruliga heimin. Hetta merkir eisini, at fleiri fólk kunnu lata seg í eina Hololens og síggja tað sama objektið í sama rúmi, men úr ymsum vinklum.

Á E3 í ár varð Hololens tøknin víst fram við einum Minecraft demo. Vit síggja tveir spælarar interagera við sama heimin. Tann eini spælir á einari Surface tablet, meðan hin spælir við einari Hololens. Tú sært tað best gjøgnum video niðanfyri.

Hendan demo er ótrúliga flott, men mann noyðist at spyrja um tað faktiskt kemur at virka pá hendan mátan. Um tað ger, so er tað heilt sikkurt eitt insta-keyp her frá. Men eg eri enn skeptiskur.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.