Minecraft Story Mode trailer
05/07/2015 klokkan 06:00 - HForce


Fyri hálvum ári síðani skrivaði eg, at farið er undir at skapa Minecraft Story Mode.

Spælið kemur ikki at vera ein nýggj mode i Minecraft, men eitt spildurnýtt spæl baserað á Minecraft universið. Tað verður útgivið sum ein røð, og tað er Telltale Games sum eru í ferð við at menna tað. Avtalan er í sama stíli sum hjá Tales from the Borderlands, eitt annað spæl hjá Telltale Games.

Spælið kemur út í fimm partum til Windows, Mac, PlayStation 3, PlayStation 4, Xbox 360, Xbox One, iOS og Android.

Tú sært tann nýggja trailer niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.