Pokémon kemur til fysiska heimin
11/09/2015 klokkan 06:00 - HForce


Eg ivist ikki í, at hægsta ynskið hjá helvtini av okkum her inni tá vit vóru lítil, var at Pokémon var veruligt. Tað sær út til, at vit koma at nærkast ynskinum eitt sindur næsta ár.

Nintendo hava nemliga kunngjørt Pokémon GO, eitt augmented-reality spæl sum kemur til smartphone í 2016. Við hesum spælinum koma ymsir Pokémon at verða plaseraðir í veruliga heimin, og við telefonini kunnu vit finna fram til og fanga teir. Vit sleppa enntá at berjast móti hvørjum øðrum við okkari fongi.

Umframt eina smartphone app, kemur eisini eitt lítið apparat sum kann brúkast ístaðin. Tað sær út sum ein pokéball, og kann havast um armin ella setast fast í taskuna, beltið ella annað.

Niðanfyri sært tú video sum kunngjørdi Pokémon GO. Tað sær rímiliga super duper cool út.


Viðmerkingar: 4
Síða [1]
Tanerion

17/04/2017

Stað: -
Innlegg: 1948
# 1 - 11/09/2015 klokkan 12:37

Legg merki til hvussu lýsingin mest er rættað móti vaksnum fólki í mun til teknifilmanir har øll eru børn. Børn spæla bara CoD og sovorðið allíkavæl

Men skal man so ferðast um allan heim fyri at finna allar pokemon ella hvat?

Eg havi altíð verið meira til Digimon og mær dámar einki smartphone spøl so hetta verður neyvan nakað eg fari at seta meg inn í.
HForce

23/04/2017

Stað: -
Innlegg: 4347
# 2 - 11/09/2015 klokkan 13:29

Ja, nokk so cool at tað er tað. Eisini stuttligt at tað eina vit síggja, er ein familja, har foreldrini hjálpa barninum við at fanga eina Pokémon. Men nógv av teimum sum voksu upp við Pokémon byrja so smátt at fáa familjur nú.

Eg veit ikki hvussu tað verður við distributión av Pokémons. Men eg haldi at tað er realistiskt, at tað ikki ber til at fanga allar allastaðni. Tað ger eisini, at mann faktiskt verður noyddur at trade'a við onnur fyri at fáa fatur á allar!
Ishkur

29/03/2017

Stað: -
Innlegg: 1344
# 3 - 11/09/2015 klokkan 14:22

Kul reklama.. Kann garantera at 99% av tí sum verður víst, ikki er við í tí endaliga produktinum..
HForce

23/04/2017

Stað: -
Innlegg: 4347
# 4 - 11/09/2015 klokkan 14:28

Eg haldi heldur ikki, at nakar væntar at túsundtals Pokémon hologrammir fara at vandra runt í heiminum.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.