Uppliva stórbýin sum ein vilstur hundur
03/10/2015 klokkan 06:00 - HForce


Tað er altíð áhugavert tá ið spøl víkja frá standard formatum. Tá ið tað ikki er neyðugt at skjóta fíggindar ella at koma frá A til B.

Eitt nýtt spæl á Kickstarter fellir í hesa "annarleiðis" sjangruna, í tí at tú spælir ein hund sum er vilstur í stórbýnum. Fyri at yvirliva mást tú finna mat, td. við at bidda ella stjala. Spælið eitur Home Free.

Sum ein hundur kemur tú í kontakt við bæði menniskju og aðrar hundar, og tað gevur eitt áhugavert perspektiv á eitt lív sum vit ikki annars kenna. Tú kanst stuðla projektinum á Kickstarter og síggja teirra video niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.