Warhammer: End Times Vermintide er útgivið
27/10/2015 klokkan 06:00 - HForce


Her er eitt annað spæl baserað á Warhamer universið. Hesuferð er tað ikki eitt RTS, sum annars er so upplagt, men eitt first-person kooperativt action spæl.

Talan er um Vermintide, sum er flogið eitt sindur undir radaran. Tað er faktiskt akkurát útgivið á Steam, og byrjar longu at fáa góð ummæli.

Spælið kann forklárast sum Left 4 Dead við einum fantasy setting, men tað er eitt sindur meira komplekst við tí at har eru fleiri klassar og vápn at spæla við. Vilt tú síggja meira um hvussu hetta riggar, kanst tú síggja eitt video niðanfyri, sum forklárar nærri um hvussu spælið gongur fyri seg.


Viðmerkingar: 1
Síða [1]
HForce

26/04/2019

Stað: -
Innlegg: 4371
# 1 - 27/10/2015 klokkan 08:12

Eg havi ordiliga góðan hug at spæla hetta, men haldi ikki at eg havi tíð til at koordinera trý vinfólk saman onkran dagin. Hevur nakar roynt hetta solo? Ella er kanska ein matchmaking funktión?

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.