World of Warcraft í hørðum sjógvi
13/11/2015 klokkan 06:00 - HForce


Fantasy MMO spælið hjá Blizzard, World of Warcraft, hevur seinastu árini upplivað fallandi brúkaratøl. Seinast vit hoyrdu, var talið á aktivum spælarum "bert" 5,5 milliónir. Hetta er undir helvtin av tá ið spælið hevði flest spælarar í oktober 2010. Tá vóru 12 milliónir aktivir spælarar.

Tó er tað ikki heilt vónleyst at hava 5,5 milliónir spælarar. Hetta ger enn World of Warcraft til kongin yvir MMO spøl, eins sum tey hava verið tey seinastu tíggju árini. Spælið kom nemliga út í 2004 í USA og 2005 í Evropa, so tað hevur altso havt eitt longri lív enn flestu líknandi spølini megna.

Tað er eisini vert at nevna, at sjálvt um talið av spælarum er lægri enn tað hevur verið í langa tíð, so tjena tey enn $15 per brúkara um mánaðin. Hetta svarar faktiskt til, at bara spælið World of Warcraft hevur fleiri fastar inntøkur enn alt landið Føroyar. Og tá er ikki eingong tikið hædd fyri hvat tað kostar at keypa einkultar ekspansions og eyka-ting í spælinum, so sum pets og loyvi at flyta servara.

Tann næsta ekspansiónin til World of Warcraft kemur nsæta ár, og hon eitur Legion. Fyri nøkrum døgum síðani vístu vit nýggja cinematiska trailaran fyri hetta.

Eisini byrjar Blizzard at kanna aðrar mátar at skapa inntøkur burturúr Warcraft navninum. Skjótt kemur ein veruligur spælifilmur, sum vit eisini fyri stuttum vístu trailaran fyri.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.