Hideo Kojima sleppur ikki at móttaka heiðursløn
06/12/2015 klokkan 06:00 - HForce


Eitt av ársins stóru spølum var Metal Gear Solid V: The Phantom Pain. Tað er Hideo Kojima sum er mastermind aftanfyri Metal Gear røðini av spølum, sum byrjaði við spælinum Metal Gear til MSX2 telduna í 1987 fyri næstan tretivu árum síðani.

Men tað letur til, at Hideo Kojima ikki longur er aktivur hjá Konami, sum nú stendur fyri spølunum. Konami insisterar at hann er í feriu, men leingi hava søgur gingið um at Kojima er heilt steðgaður hjá Konami.

Hetta bakkast upp av tí, at tá ið Metal Gear Solid V: The Phantom Pain móttók eina heiðursløn á The Game Awards fyri stuttum, slapp Kojima ikki at taka ímóti henni. Ístaðin traðkaði Kiefer Sutherland til, sum leggur rødd til Venom Snake í MGSV. Verturin fyri The Game Awards fortaldi:

Mr. Kojima had every intention of being with us tonight, but unfortunately he was informed by a lawyer representing Konami just recently that he would not be allowed to travel to tonight's award ceremony to accept any awards. He’s still under an employment contract and it’s disappointing.


Framtíðin hjá Hideo Kojima og Metal Gear røðini er enn óviss.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.