Hideo Kojima byrjar nýtt studio
17/12/2015 klokkan 06:00 - HForce


Tað hevur leingi verið eitt óvist forhold millum spæl útgevaran Konami og Hideo Kojima, mannin aftanfyri Metal Gear røðini. Til dømis slapp hann ikki eingong at móttaka eina heiðursløn fyri sítt nýggjasta spæl, Metal Gear Solid V: The Phantom Pain.

Tað letur til at forholdið teirra millum nú endiliga er officielt slitnað. Hóast Kojima og Konami hava arbeitt saman síðani Metal Gear varð útgivið í 1987, endar næstan 30-ára langa samstarvið nú, og opinbart hevur Hideo Kojima nú stovnað sítt heilt egna studio. Hesuferð er tað í samstarvi við Sony, og tað sigst at hansara komandi spæl verður innan eina heilt nýggja ogn, altso ikki knýtt at Metal Gear universinum, og at tað verður útgivið ekslusivt á PlayStation 4.

Har er longu komin ein nýggj heimasíða upp fyri Kojima Productions. Har kanst tú lesa ein tekst um "Homo Ludens", altso "fólk sum spæla", sum ivaleyst er tulkingin hjá Kojima um nýggja menniskja og seg sjálvan.

Viðmerkingar: 1
Síða [1]
Tanerion

17/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1970
# 1 - 17/12/2015 klokkan 14:18

Furthermore: https://www.youtube.com/watch?v=annuTcmB1rw


Siðst broytt av Tanerion tann 17/12/2015 klokkan 14:19 (broytt 1x)

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.