Upprunaliga Psychonauts kemur til PlayStation 4
17/01/2016 klokkan 06:00 - HForce


Fyri gott tíggju árum síðani kom Psychonauts út til PC, Xbox og PlayStation 2. Nú verður spælið endurútgivið til PlayStation 4.

Tíðindini koma stutt eftir eina crowdfunding kampagnu sum samlaði 26 milliónir krónir til menningina av Psychonauts 2. Uppfylgjarin væntast at koma út í 2018, so tað er enn lang bíðitíð.

Psychonauts fylgir søguni hjá unga dreinginum Razputin, sum hevur serstøk psychic evnir, og hann kemur á eina legu at læra at menna hesi evnini fyri at gerast partur av einari hemmiligari agent-organisatión. Hann finnur tó skjótt útav, at alt ruggar ikki rætt á leguni, og byrjar at róta í heilum hjá øðrum næmingum og starvsfólki fyri at finna útav hvat er á vási.

Psychonauts verður útgivið til PlayStation 4 í vár í ár.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.