Uppklára eitt morð í Danganronpa
20/01/2016 klokkan 06:00 - HForce


Spælið Danganronpa: Trigger Happy Havoc hevur eina áhugaverda premissu. Tú ert ein næmingur á Hope's Peak Academy skúlanum. Saman við fjúrtan øðrum næmingum verður tú fangaður av einari sadistikari teddy bjørn, sum gevur tykkum bert ein møguleika at sleppa út: drep ein annan næming uttan at verða uppdagaður.

Tá ið ið ein næmingur er dripin, byrjar ein rættarsakur sum teddy bjørnin stendur fyri, har næmingarnir mugu semjast um hvør hevur fram drápið. Um næmingarnir gita rætt, verður tann skyldugi dripin og restin sleppa leys. Men um tey gita skeivt, sleppur bara tann skyldugi avstað við lívinum.

Danganronpa: Trigger Happy Havoc kemur út á Steam í februar. Tú sært teirra announcement trailer niðanfyri.


Viðmerkingar: 2
Síða [1]
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 1 - 20/01/2016 klokkan 08:04

Og um man ikki hevur tol at bíða so kann man keypa tað (ella eitt av hinum spølunum í røðini) til PlayStation Vita ella PlayStation TV.
Oblimix

11/05/2018

Stað: -
Innlegg: 618
# 2 - 20/01/2016 klokkan 09:18

Danganronpa 2 er eisini upplýst til at koma til Steam.

Havi longu fingið platinum trophy í báðum spølunum, og spæli Another Episode: Ultra Despair Girls atm.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.