Danskt CS:GO lið fær íløgukapital
23/01/2016 klokkan 06:00 - HForce


Eitt av heimsins bestu Counter-Strike: Global Offensive liðum fyri tíðina eru fimm danskarir, sum inntil fyri stutt síðani spældu fyri organisatiónina Team SoloMid. Aftaná tað vóru teir kendir sum Team Questionmark meðan teir leitaðu eftir einum nýggjum møguleika.

Í hesari perioduni fingu teir nógv tilboð frá øðrum feløgum. Tað eina tilboðið vildi givið teimum eina fasta løn á 69.000,- krónir um mánaðin. Men í síðsta enda valdu teir ikki at taka ímóti einum tilboði frá nøkrum felagi, men at gera teir heilt egna. Tað eitur Astralis, og spælararnir sjálvir eru partaeigarar í tí.

Tað áhugaverda er, at felagið hevur nógva fígging, men enn ongar sponsorar. Heldur er kapitalurin komin frá privatum íleggjarum, sum altso hava keypt sær ein lut í felagnum. Teir eru íløgufelagið Sunstone Capital, og eisini private íleggjarin Tommy Ahlers, sum er kendur fyri nógvar íløgur í danskar startups.

Eisini er Jakob Lund Kristensen komin uppí felagið, og sigst at eiga ein lut í tí. Hetta er áhugavert, eftirsum at Jakob er eigari av Copenhagen Wolves, ein onnur donsk e-sport organisatión við sínum egna CS:GO liðið.

Team Astralis eru:

Rene "cajunb" Borg
Finn "karrigan" Andersen
Nicolaj "devve" Reedtz
Peter "dupreeh" Rasmussen
Andreas "Xyp9x" Højsleth

Viðmerkingar: 3
Síða [1]
Tanerion

25/05/2017

Stað: -
Innlegg: 1948
# 1 - 23/01/2016 klokkan 16:26

Teir ganga allir til sama frisør uttan hasin til vinstru. Hárini hjá øllum hinum peika eftir honum fyri at royna at pressa hann til eisini at blíva kliptur har.
HForce

12/05/2017

Stað: -
Innlegg: 4349
# 2 - 23/01/2016 klokkan 16:51

23/01/2016 klokkan 16:26 - Tanerion:
Teir ganga allir til sama frisør uttan hasin til vinstru. Hárini hjá øllum hinum peika eftir honum fyri at royna at pressa hann til eisini at blíva kliptur har.


Observativur (observantur?) sum altíð.
Tanerion

25/05/2017

Stað: -
Innlegg: 1948
# 3 - 23/01/2016 klokkan 22:11


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.