Titanfall 2 fær eina single player kampagnu
09/02/2016 klokkan 06:00 - HForce


Ein av teimum heilt stóru exclusives hjá Microsoft í 2014 var Titanfall, eitt multiplayer skjótispæl sett í framtíðini, har spælarar renna runt bæði á sínum egnu fótum og sum pilotar á stórum mechs.

Ein kritikkur sum Titanfall fekk, var at spælið hevur onga veruliga single-player kampagnu sum førir teg gjøgnum søguna hjá universinum. Hetta ljóðar til at broytast við uppfylgjaranum.

Tað ljóðar nemliga frá høvundanum aftanfyri Titanfall universinum, at holdið er í ferð við at menna eina djúpa single-player kampagnu sum skal vísa fram narrativið úr spælinum, sum tey hava vilja víst síðani hugskotið bleiv til. Tað er eisini váttað, at Titanfall fær eina spin-off sjónvarpsøð, men tað er óvist hvussu umhvørvið við stórum robottum skal vísast fram sum live-action.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.