UT3 til Xb360
15/06/2008 klokkan 23:51 - HForce


Tá Unreal Tournament III kom út til PC og PlayStation 3 í fjør, mátti tað stríðast fyri at selja í "the FPS Christmas of all time". Um somu tíð komu The Orange Box, Call of Duty 4: Modern Warfare og Crysis út. Eisini vóru spøl sum Halo 3 og BioShock við í kappingini um at enda undir flest jólatrøum møguligt.

Nú fær spælið so ein sølu møguleika afturat, hesuferð á Xbox 360 hjá Microsoft. Midway hava kunngjørt at spælið verður útgivið í Norður Amerika tann 7. juli, og í Evropa tann 4. juli.

Bíðitíðin hevur tó okkurt bonus við sær. Xb360 útgávan hevur eyka ting, so sum split-screen, fimm nýggjar maps, tveir nýggjar characters, alt downloadable content sum higartil hevur veri til PC og PS3 útgávurnar, sovæl sum eitt video preview av Gears og War 2.

Viðmerkingar: 2
Síða [1]
HForce

04/04/2020

Stað: -
Innlegg: 4379
# 1 - 16/06/2008 klokkan 00:18

Omgomg, fyrst út í Evropa!
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 2 - 16/06/2008 klokkan 00:39

blimey

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.