Enderal er ein spildurnýggj uppliving til Skyrim
13/03/2016 klokkan 06:00 - HForce


Um tú hevur brúk fyri meira Skyrim gameplay, so kanst tú gleða teg til eina komandi mod, sum eitur Enderal. Tað er ein fullkomin endurskapan av spælinum við einari nýggjari visión.

Tað er sama hold sum stendur aftanfyri Enderal, sum stóð aftanfyri Nehrim: At Fate's Edge. Nehrim er ein mod til Oblivion, sum skapar ein spildurnýggjan heim við egnari søgu, egnu rasum og yvir 50 voice actors.

Tú sært ein trailer fyri Enderal niðanfyri. Tú leggur kanska til merkis, at alt er á týskum. Moddið verður nemliga fyrst útgivið á týskum í juli, og verður útgivið á enskum seinni.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.