Síggj multiplayer trailer fyri DOOM
10/03/2016 klokkan 06:00 - HForce


Legendariska røðin av FPS spølum, DOOM, er á veg aftur. Hesuferð kemur tað at ganga eitt sindur skjótari fyri seg enn Doom 3 , sum føldist mest sum eitt spakuligt survival horror spæl. Tað riggaði væl í sær sjálvum, og var nakað av tí fyrsta av sínum slagi, men tað minti ikki so nógv um góða gamla DOOM sum vit kenna og elska.

Tað nýggjasta DOOM spælið eitur bert DOOM, sjálvt um tað er fjórða spælið í røðini. Vit sóu nøkur stykkir úr single-player upplivingini fyri einum mánaða síðani, tá ið tey vístu fram ein "campaign trailer", men nú síggja vit nakað av hvussu multiplayer kemur at ganga fyri seg.

Tú sært tann nýggja multiplayer trailer niðanfyri, og har sær tað út til at ganga líka skjótt fyri seg sum í Quake, Unreal Tournament og øðrum arena FPS spølum av hesum slag. Tó er sjálvi announcer eitt sindur veikur í røddini, í mun til hvat mann vildi væntað av DOOM.

DOOM kemur út tann 13. mai til Windows, PlayStation 4 og Xbox One.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.