Nýggjar detaljur um Pokémon GO
26/03/2016 klokkan 06:00 - HForce


Sjálvur eri eg spentur sum eitt smábarn til Pokémon GO, komandi spælið hjá Nintendo, sum tekur Pokémon inn í veruliga heimin. Nú hava vit fingið nakrar nýggjar detaljur um, hvussu hetta spælið kemur at fungera.

Tú kemur at spæla Pokémon GO á tínari smartphone. Tá ið tú ferðast runt, vibrerar tín smartphone, um tú ert nær við ein Pokémon, so tú kanst fanga hann. Runt í heiminum verða eisini PokéStops; økir har tú kanst samla fleiri Poké Balls og onnur ting.

Sum tú møtir og fangar fleiri Pokémon, kemur tú sjálv/ur at vaksa í levels, sum gevur tær møguleiki at fanga kraftigari Pokémon. Tá ið tú ert komin til eitt vist, verður tú biðin um at fara uppí eitt av trimum liðum, sum berjast um vald á Pokémon Gyms. Tú kanst nemliga avbjóða Gyms hjá hinum liðunum, og verja tínar egnu Gyms við at seta ein Pokémon í teir.

Tú kanst lesa fleiri detaljur um komandi Pokémon GO á blogginum hjá Nintendo. Spælið kemur út til smartphones í ár, og verður ókeypis, men við in-app keypum.

Viðmerkingar: 2
Síða [1]
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 1 - 26/03/2016 klokkan 14:29

Havi ikki fylgt við hvussu tað fungerar so í løtuni ímyndi eg mær tað nakað soleiðis: https://www.youtube.com/watch?v=htatjwt8XF8
HForce

08/11/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 2 - 26/03/2016 klokkan 15:40

26/03/2016 klokkan 14:29 - Tanerion:
Havi ikki fylgt við hvussu tað fungerar so í løtuni ímyndi eg mær tað nakað soleiðis: https://www.youtube.com/watch?v=htatjwt8XF8


Sign me up!

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.