Nostalrius vanilla WoW servari verður lukkaður niður
09/04/2016 klokkan 06:00 - HForce


Tað eru nógv ár síðani, at World of Warcraft varð útgivið av Blizzard. Spælið er ment nógv síðani, við fleiri ekspansiónin, nýggjum økjum og broytingum til gomul økir. Summi vilja eisini vera við, at spælið er blivið lættari.

Tí eru tað nógv, sum leingist eftir "vanilla" døgunum, altso tá World of Warcraft var heilt nýtt og frískt. Tað ber ikki til at spæla tíðligar útgávur á spælinum uppá ein officiellan máta, av tí at Blizzard menna heimin tú spælir í alla tíðina, og summi ting bara broytist og hvørva. Tí er tað blivið populert at spæla á privatum servarum, sum kunnu rekast júst sum mann vil. Ein av teimum stórstu av hesum slag eitur Nostalrius. Tann servarin hevur 800.000 skrásettar brúkarar og 150.000 aktivar spælarar.

Nú hevur Blizzard biðið Nostalrius um at lukka niður, av tí at hendan hýsingin av software hjá Blizzard er ólóglig. Hosting veitarin hjá Nostalrius hevur fingið boð um at lukka niður, men tey sum reka servaran hava valt at fríviliga lukka niður tann 10. apríl, tað vil siga í morgin.

RIP Nostalrius.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.