Story trailer fyri Mafia III
25/04/2016 klokkan 06:00 - HForce


Tað er yvir eitt hálvt ár síðani, at Mafia III varð kunngjørt. Vit fingu longu tá eitt sindur innlit í søguna handan spælið, sum verður víst meira fram við nýggja story trailer.

Mafia III er eitt open-world spæl í amerikanska býnum New Orleans, har tú spælir krígsveteranin Lincoln Clay. Hann er heimkomin úr Vietnam krígnum, og er nú innblandaður í lokala mafia umhvørvið. Clay setir sær fyri at byggja eitt nýtt kriminelt felag fyri at konfrontera klassisku italsku mafiuna.

Tú sært tann nýggja story trailer fyri Mafia III niðanfyri. Spælið kemur út tann 7. oktober í ár til Windows, PlayStation 4 og Xbox One.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.