Trailer fyri Rocket League Hoops basketball mode
23/04/2016 klokkan 06:00 - HForce


Spælið har tú spælir fótbólt við bilum verður nú til nakað meira. Rocket League kemur nemliga at útgeva ein patch týsdagin, sum ger tað møguligt at eisini spæla basketball við bilum!

Hendan nýggja mode eitur Rocket League Hoops. Ístaðin fyri tað fýrakantaða málið upp eftir vegginum, hevur Hoops eitt runt mál, sum er lyft upp av gólvinum, og sum tú skalt fáa bóltin niður í.

Saman við hesari nýggju mode, kemur sjálvandi eisini ein nýggjur pakki av cosmetics. Hann kostar bara $2, og hevur fløgg fyri øll liðini í NBA, amerikanska basketballfelagið.

Sjálvt Rocket League Hoops er ein púrasta ókeypis ekspansión, og hon verður útgivin týsdagin 26. apríl á Steam, PlayStation 4 og Xbox One. Tú sært ein trailer fyri tað niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.