Blizzard úttalar seg um Nostalrius servaran
27/04/2016 klokkan 06:00 - HForce


Fyri nøkrum vikum síðani varð ein privatur World of Warcraft servari lukkaður niður. Hann varð kallaður Nostalrius, og koyrdi eina útgávu av vanilla WoW, tvs. World of Warcraft áðrenn nakrar expansions.

Hetta gjørdi nógv fólk ørg, og Nostalrius siga eisini sjálvi, at servarin hevði umleið 150.000 aktivar spælarar. Tað skilst væl, at Blizzard noyðast at verja tey spølini tey skapa, men har eru nógv sum vónaðu, at Blizzard fóru at taka hendan popularitetin til eftirtektar og sjálvi velja at stovna eina vanilla WoW servara.

Nú hava Blizzard endiliga úttalað seg um hesa hendingina, og har eru nøkur áhugaverd punkt. Eitt nú:

[...] we’ve recently been in contact with some of the folks who operated Nostalrius. They obviously care deeply about the game, and we look forward to more conversations with them in the coming weeks.


Spurningurin er, um hetta sipar til at tey ætla at seta nøkur av teimum sum stóðu aftanfyri Nostalrius fyri at menna ein officiellan vanilla WoW servara. Tú kanst lesa alla útsøgnina hjá Blizzard á teirra heimasíðu.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.