Nintendo NX verður útgivið í mars 2017
28/04/2016 klokkan 06:00 - HForce


Fyri einum ári síðani skrivaði eg, at Nintendo eru í ferð við at menna teirra næstu spæli konsol, og at hon fekk fyribils kotunavnið NX.

Hetta fyribils navnið er ikki droppað enn, men nú vita vit at maskinan verður eftir ætlan útgivin um minni enn eitt ár. Tað verður nemliga forklárað í fíggjar-pappírum, sum Nintendo júst hava lagt út. Sambært teimum, so verður Nintendo NX maskinan útgivin í mars 2017.

Nógv spekulatión er um, hvussu hendan maskinan kemur at síggja út, og hvørjar funktiónir hon hevur. Tað seinasta vit sóðu til hana var allarhelst falskt, so enn hava vit ikki so nógv at fara eftir, annað enn at Nintendo sjálvi siga, at talan er um eitt "brand new concept". Hvat tað so enn merkir.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.