Warhammer 40K spæl í Left 4 Dead stíli
07/05/2016 klokkan 06:00 - HForce


So seint sum í gjár sóðu vit avdúkingina av einum nýggjum spæli innan Warhammer 40K universið. Um tú ikki kanst fáa nokk, so er Space Hulk Deathwing eisini á veg.

Space Hulk Deathwing setir teg í skógvarnar hjá einari space marine umborð á einum "space hulk", eitt oyðilagt rúmdarskip sum flýtir runt í rúmdini. Tú ert úti eftir gloymdari tøkni og øðrum dýrgripum, men sjálvandi eru ódjór umborð sum vilja drepa teg.

Saman við tínum space marine feløgum skalt tú berja teg gjøgnum skipi, og hetta líkist faktiskt nokk so nógv Left 4 Dead. Tað minnir ikki lítið um Warhammer: Vermintide, hitt Left 4 Dead líknandi spælið í einum universi hjá Games Workshop.

Space Hulk Deathwing kemur út einaferð í ár. Tú sært ein gameplay trailer niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.