RTS spælið Dawn of War III kunngjørt
06/05/2016 klokkan 06:00 - HForce


Games Workshop er populert fyri tíðina. Teirra vælkendu borðspæl eru í fleiri telduspølum. Til dømis gongur Warhammer: Vermintide fyri seg í einum av teirra universinum, meðan RTS spælið Total War: Warhammer gongur fyri seg í sama universi.

Eisini framtíðar universið hjá Games Workshop fær kærleika. Borðspælið Battlefleet Gothic er umsett til telduspæl, har tú kanst berjast við ovurstórum rúmdarskipum úr Warhammer 40K universinum.

Nú kemur eitt nýtt RTS spæl í hesum framtíðar universi út, og tað eitur Dawn of War III. Tað er triðja spælið í røðini, sum byrjaði fyri meira enn tíggju árum síðani í 2004.

Dawn of War 3 kemur at blanda elementir frá báðum teimum fyrstu spølunum, og higartil eru váttaðar tríggjar playable bólkar: Space Marines, Orks og Eldar. Tú sært announcement trailer niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.