Næsta Battlefield er undir fyrsta heimsbardaga
08/05/2016 klokkan 06:00 - HForce


So er tað endiliga váttað: tað næsta triple-A skjótispælið frá EA gongur fyri seg undir fyrsta veraldarbardaga.

Talan er um næsta spælið í Battlefield røðini, sum hevur fingið tað modernaða navnið Battlefield 1. Nógv spekulatión hevur verið um í hvørjari tíð tað næsta Battlefield fór at fara. Nógv skjótispæl akkurát nú halda seg til nútíðina, ella fara langt inn í framtíðina. Fyri nøkrum árum síðani gingu øll skjótispøl fyri seg í fyrritíðina, helst umleið annan veraldarbardagi, men tað hevur verið ytt leingi.

Battlefield 1 varð avdúkað við einum flottum og action-ríkum trailara, sum sipar til nógvu ymsar mátarnar at spæla Battlefield uppá. Sjálvandi síggja vit bæði flogfør og tanks. Tú sært tann nýggja reveal trailer niðanfyri.

Battlefield 1 kemur út tann 21. oktober til PC, PlayStation 4 og Xbox One.


Viðmerkingar: 2
Síða [1]
HForce

15/08/2020

Stað: -
Innlegg: 4385
# 1 - 08/05/2016 klokkan 14:42

Tað sum eg havi ynskt mær í áravís.
LightBringer

21/12/2016

Stað: -
Innlegg: 16
# 2 - 08/05/2016 klokkan 16:26

segði tað jú

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.