Starters til Pokémon Sun & Moon vístir fram
11/05/2016 klokkan 06:00 - HForce


Tað næsta settið av Pokémon handheld spølum eitur Pokémon Sun & Moon. Sum vanligt verða tvey spøl útgivin, sum eru nærum identisk men hava eitt sindur annarleiðis pokémons at samla, og altso verður tú noydd/ur at býta um við aðrar spælarar (ella keypa bæði spølini).

Hendan útgávan kemur út til Nintendo 3DS, og gongur fyri seg í einum nýggjum tropiskum øki í Pokémon heiminum sum eitur Alola. Sum tú kanska hevur roknað út, skal hetta ímynda tað veruliga Hawaii.

Í nýggju Pokémon spølunum kanst tú sjálvandi velja ein av trimum starter pokémons, sum umboða typurnar eld, vatn og gras. Hesuferð eru teir:

Rowlet - ein gras/flúgvandi ugla
Popplio - ein vatn kópur
Litten - ein eld ketta

Tú sært ein nýggjan trailer fyri Pokémon Sun & Moon niðanfyri. Spølini koma út tann 18. november í ár til Nintendo 3DS.


Viðmerkingar: 3
Síða [1]
Likka_64

19/09/2019

Stað: -
Innlegg: 245
# 1 - 11/05/2016 klokkan 08:28

dibs á Rowlet!
HForce

17/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 2 - 11/05/2016 klokkan 09:03

Hesir starters síggja faktiskt kulari út enn teir plaga. Annars havi eg ikki dámað starters síðani gold/silver.

Men hasin kópurin virkar eitt sindur for fjollutur.
Likka_64

19/09/2019

Stað: -
Innlegg: 245
# 3 - 11/05/2016 klokkan 20:03

idk, mær dámar væl gen 6 starternar og Popplio er fjollutur tí hann er ein SIRKUS kópur!
tað er, like, hansara arbeiði/nature

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.