Yooka-Laylee gameplay trailer
07/06/2016 klokkan 06:00 - HForce


Andaligi eftirfylgjarin til klassiska Banjo-Kazooie er á veg, aftaná eina ekstremt væleydnaða Kickstarter kampagnu. Spælið er sett til at koma út næsta ár, og sær longu út til at liva upp til hvat fólk vænta av tí.

Í Yooka-Laylee stýrir tú Yooka, einum kameleóni, sum hevur við sær Laylee, ein flogmús sidekick.

Við einum nýggjum gameplay trailer síggja vit, at kameleón evnini hjá Yooka verður væl útnyttaði, við at tú kemur framvið summum forðingum við tínum evnum til at skifta lit og gerast ósjónligur. Tað sær út til at verða eitt lívligt platformer-spæl í gomlum stíli. Enntá tónleikurin osar av nostalgi.

Yooka-Laylee kemur út næsta ár til PC, PlayStation 4, Xbox One og Wii U. Tú sært nýggja gameplay trailer niðanfyri.


Viðmerkingar: 3
Síða [1]
Tanerion

25/05/2017

Stað: -
Innlegg: 1948
# 1 - 07/06/2016 klokkan 16:14

Jú tað var eg glaður fyri at síggja tí eg havi investerað eitt sindur av pengum í tað.
HForce

12/05/2017

Stað: -
Innlegg: 4349
# 2 - 07/06/2016 klokkan 19:55

Sjálvandi hevur tú tað. Hvussu nógv siffur er "eitt sindur"?
Tanerion

25/05/2017

Stað: -
Innlegg: 1948
# 3 - 07/06/2016 klokkan 20:24

Við kursinum vit hava nú er tað bæði trýsiffrað í Bretskum Pundum og Danskari Krónu

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.