Skyrim fær eina remastered útgávu við betri grafikki
14/06/2016 klokkan 06:00 - HForce


Seinasta innleggið í The Elder Scrolls røðini kom út í 2011. Tað er sjálvandi Skyrim, sum varð ekstremt væl móttikið av bæði kritikkarum og spælarum.

Nú, fimm ár seinni, fær Skyrim eina remastered útgávu við dagførdum grafikki. Hon verður útgivin til PC og til tey nýggjari konsolini, sum megna betri grafikk enn PS3 og X360, sum spælið upprunaliga kom út á.

Á konsoles verður tað eisini endiliga møguligt at heinta mods niður, sum onnur hava gjørt og lagt upp í officiella databasan. Hetta er nakað, sum annars er mest vanligt á PC.

Um tú longur eigur Skyrim og øll DLCs á PC, so kanst tú heinta Skyrim Remastered niður ókeypis, tá ið tað verður útgivið.

Skyrim Remastered kemur út til PC, PlayStation 4 og Xbox One tann 28. oktober í ár. Tú sært trailer fyri tað í endanum av videonum niðanfyri.


Viðmerkingar: 3
Síða [1]
HForce

16/10/2018

Stað: -
Innlegg: 4371
# 1 - 14/06/2016 klokkan 09:59

Stuttligt, at tað verður ókeypis á PC um mann longu eigur spælið. Annað vildi sjálvandi ikki givið meining. Mann kann longu moddað tað til at verða nógv penari enn hendan remastered útgávan.
LightBringer

21/12/2016

Stað: -
Innlegg: 16
# 2 - 14/06/2016 klokkan 13:13

eg hopi at hettar ikki bara eru betri graphics.

har eru enn nógv bugs sum gera at tú ikki ordiliga kann spæla skyrim á onkrum teldum, til dømis opnar hurðin hjá Esbern ikki á mínari gamlari teldu (Dell inspiron), og tá ið man hevur fund uppi á fjallinum saman við øllum leiðarinum so standa bara øll og siga onki .

plus eitt remastar plagar vanliga at hava onkur líttil nýggj features.
HForce

16/10/2018

Stað: -
Innlegg: 4371
# 3 - 14/06/2016 klokkan 21:47

Eitt nýtt feature á console er í hvussu so er mods.
Kanska tey tíma ikki at gera alt for nógvar nýggjar PC features, eftirsum mann fær tað ókeypis allíkavæl.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.