Nýtt Zelda spæl: Breath of the Wild
15/06/2016 klokkan 06:00 - HForce


Á ársins E3 hava vit sæð eitt spildurnýtt The Legend of Zelda spæl. Tað eitur Breath of the Wild, og sær út til at verða ein nakað annarleiðis uppliving.

Spælið hevur eina teknifilmsliga útsjónd, men virkar annars higartil nokk so dapurt. Vit hava ikki sæð nakað serligt til eina søgugongd í spælinum enn. Faktiskt er tað eitt open-world spæl, júst sum The Elder Scrolls og Grand Theft Auto.

Í opna heiminum vit hava sæð, er ikki nógv lívstekin, annað enn djór og ódjór. Link ferðast runt í heiminum og interagera millum annað við at høgga trø niður fyri at samla brenni, ella fyri at skapa eina brúgv yvir um eina gjógv.

The Legend of Zelda: Breath of the Wild kemur eftir ætlan út næsta ár. Tú sært ein trailer niðanfyri.


Viðmerkingar: 5
Síða [1]
HForce

04/07/2017

Stað: -
Innlegg: 4351
# 1 - 15/06/2016 klokkan 07:08

Hvør skuldi trúð, at eg nakrantíð skuldi sleppa at samanbera The Legend of Zelda við Grand Theft Auto?
vat_ta_fak

21/07/2017

Stað: -
Innlegg: 224
# 2 - 15/06/2016 klokkan 16:39

eg eri so hype fyri hetta spæli!
HForce

04/07/2017

Stað: -
Innlegg: 4351
# 3 - 15/06/2016 klokkan 18:10

15/06/2016 klokkan 16:39 - vat-ta-fak:
eg eri so hype fyri hetta spæli!


Ja? Virkar til at fólk eru eitt sindur 50/50. Nøkur halda tað er super-cool, nøkur halda tað er for ó-Zeldasligt.
vat_ta_fak

21/07/2017

Stað: -
Innlegg: 224
# 4 - 15/06/2016 klokkan 20:31

Well, Zelda formula hevur oftani broyt fyrr, like Adventure of Link og ocarina of time.
HForce

04/07/2017

Stað: -
Innlegg: 4351
# 5 - 16/06/2016 klokkan 08:56

You can beat The Legend of Zelda: Breath of the Wild without finishing the story: http://www.polygon.com/e3/2016/6/15/11942652/legend-of-zelda-breath-of-the-wild-ending

Um mann kann koma frá A til B uttan nakað, so er tað kanska tekin um, at klassisku puzzle elementini hvørva?

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.