Nýggja spælið hjá Hideo Kojima: Death Stranding
19/06/2016 klokkan 06:00 - HForce


Japanarin sum skapti Metal Gear Solid spælrøðini, Hideo Kojima, er kendur fyri sín kreativitet. Men tað skal ikki altíð ganga so lætt allíkavæl. Í fjør bleiv hann nemliga tveittur úr spælfyritøkuni Konami. Hann og fyrrverandi arbeiðsgevarin eru blivnir so mikið óvinir, at Kojima slapp ikki so frægt sum at móttaka eina heiðursløn fyri sítt seinasta spæl, Metal Gear Solid V: The Phanton Pain.

Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri nakað. Hideo Kojima hevur nemliga stovnað sítt heilt egna studio, har hann fær alt tað kreativa frælsi hann vil hava. Sjálvandi er navnið Kojima Productions.

Á ársins E3 sóu vit til fyrsta spælið hjá Kojima Productions. Tað eitur Death Stranding, og hevur kenda sjónleikaran Norman Reedus í høvuðsrolluni. Tú sært avdúkingina av Death Stranding niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.