Kratos er blivin gamal í God of War
21/06/2016 klokkan 06:00 - HForce


Ein langur gameplay trailer vísir okkum Kratos upplæra ein ungan drong sum kallar seg “father”. Er Kratos blivin familjumaður?

Sekvensurin følist nógv sum ein prolog av onkrum slag, so vit kunnu nokk vænta at spæla sum ein annar enn bert Kratos í næsta God of War spælinum, sum bert eitur God of War.

Her eru nøkur tekin um, at vit hesuferð nerta vit norrøna guðalæru. Nakað so einkult sum, at tað gongur fyri seg í einum kaldari klima bendir á eina nordiska setting. Eisini eru vit uppi ímóti einum trølli, sum í stóran mun er úr nordiskari yvirtrúgv.

Tú sært hendan trailer niðanfyri. Men fá tær líka ein kaffimunn, tí trailarin er tíggju minuttir langur.


Viðmerkingar: 1
Síða [1]
PatrickRothfuss

09/03/2017

Stað: -
Innlegg: 26
# 1 - 21/06/2016 klokkan 10:37

Trøllið nevnir beinleiðis Valhalla uml. 4.11.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.