Styx kemur aftur aftur í Shards of Darkness
23/06/2016 klokkan 06:00 - HForce


Fyri skjótt tveimum árum síðani kom Styx: Master of Shadows út til PC og konsoles. Spælið var eitt yvirraskandi innlegg í stealth-action sjangruna, og bleiv yvirordnað væl móttikið, hóast tað var eitt sindur ópolerað.

Tað eydnaðist í hvussu so er nóg mikið væl til, at gera ein tveyara. Tað næsta Styx spælið eitur Shards of Darkness, og hevur aftur tann lítla goblin Styx í høvuðsleiklutinum. Sum Styx skalt tú navigera býin Thoben og stjala ein ávísan lut frá einum lokalum ambassadøri.

Styx: Shards of Darkness kemur út í ár til PC, PlayStation 4 og Xbox One. Tú sært ein trailer fyri spælið niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.