The Last Guardian kemur út í ár
24/06/2016 klokkan 06:00 - HForce


Eitt spæl sum nógv av okkum hava bíðað leingi eftir, er The Last Guardian. Spælið varð avdúkað heilt afturi í 2009, og eingin væntaði at vit komu at bíða so leingi sum til 2016 áðrenn vit fingur hendur á tað.

Tað er Fumito Ueda sum stendur aftanfyri spælinum, og tað kemur væntandi at deila fleiri stílistisk og tematisk elementir við tvey tíðligari spøl hjá honum, Ico og Shadow of the Colossus.

The Last Guardian kemur út tann 25. oktober í ár til PlayStation 4. Tú sært trailer niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.