Blizzard vilja kanska gera ein vanilla WoW servara
28/06/2016 klokkan 06:00 - HForce


World of Warcraft er eftirhondini gamalt, men enn nógv spælt. Aftaná nógvar uppdateringar líkist tað uppá nógvar mátar ikki tann upprunaliga formin sum tað kom út í, vanliga kallað “vanilla WoW”. Men nógvir spælarar fyritrekkja nemliga hendan “góða gamla” formin.

Tí hava servarar sum Nostalrius havt nógvar fjepparar. Nostalrius var ein privatur sokallaður vanilla WoW servari, har fólk sloppu at spæla upprunaligu útgávuna av World of Warcraft heilt ókeypis. Men tílíkir servara eru ikki heilt lógligur, og tí bleiv Nostalrious stongdur fyri nøkrum mánaðum síðani.

Tó hoyrdist tað skjótt, at mennarin hjá WoW, Blizzard, eru áhugaði í at tosa við fólkini aftanfyri Nostalrius um møguligt samstarv. Og hetta bleiv so til ein fund fyrr í hesum mánaðinun, har Nostalrius møttust við Blizzard, og tað hoyrist at Blizzard vóru spent um hvat “piratarnir” høvdu at siga. Nógv bendir nú á, at vit einaferð fara at uppliva officiellar vanilla WoW servarar.

Tú kanst lesa alla frágreiðingina um fundin á heimasíðuni hjá Nostalrius.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.