Endiliga útgivið: fanga Pokémon í veruliga heiminum
07/07/2016 klokkan 06:00 - HForce


So er tað endiliga komið. Pokémon GO er mobile spælið har tú kanst ganga runt í veruliga heiminum og fanga Pokémon at berjast við.

Tað hevur verið leingi ávegis, men Pokémon GO er endiliga útgivið, tó er tað ikki atkomiligt í øllum londum enn. Til dømis havi eg funnið útav, at spælið er atkomiligt í iPhone App Store í USA, men ikki í Danmark/Føroyum.

Spælið er útgivið til iPhone og Android, og brúkar tína veruliga plasering fyri at finna útav hvørjar Pokémon tú møtir. Soleiðis ert tú eggjaður til at ganga runt fyri at víðka um tína samling.

Viðmerkingar: 2
Síða [1]
vat_ta_fak

23/10/2018

Stað: -
Innlegg: 238
# 1 - 07/07/2016 klokkan 21:40

Ugh! nær kemur tað til Føroyar!
HForce

16/10/2018

Stað: -
Innlegg: 4371
# 2 - 08/07/2016 klokkan 00:29

07/07/2016 klokkan 21:40 - vat-ta-fak:
Ugh! nær kemur tað til Føroyar!


Eg veit ikki. Eg siti og refresh'i App Store dagin langan!

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.