Trading kemur skjótt til Pokémon GO
13/07/2016 klokkan 06:00 - HForce


Um tú hevur búð undir einum steini seinastu dagarnar, so hevur tú kanska ikki fingið við at Pokémon GO er lanserað. Talan er um mobile-spælið har tú kanst renna runt í veruliga heiminum fyri at fanga pokémons.

Sum nú er, kanst tú fanga pokémons, gera teir sterkari og yvirtaka Gyms frá øðrum spælarum. Men eitt kjarnu-element úr Pokémon sum manglar er trading.

Men vit hava fingið váttað, at trading kemur skjótt til Pokémon GO. So tú kanst fáa fatur á pokémons sum tú veruliga ynskir tær, við at býta um við aðrar spælarar. Tað sigur John Hanke, stovnarin av mennaranum av spælinum, í einari samrøðu við GameInformer.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.