Nintendo útgeva upprunaliga NES í mini-format
17/07/2016 klokkan 06:00 - HForce


Ein av fyrstu spælimaskinunum hjá nógvum av okkum var Nintendo Entertainment System, sum í dag hevur stóran søguligan týdning fyri spæl-ídnaðin.

Nú verður maskinan endurútgivin í einum mini-format frá Nintendo. Hon eitur NES Classic Edition, og líkist upprunaliga NES, men er nógv minni. Við tí fylgir eisini ein klassiskur NES controller, og tú kanst keypa ein eyka controller um tú vilt spæla saman við einum vini.

Maskinan kemur pre-loaded við einari rúgvu av spølum, so sum Castlevania, Final Fantasy, Kid Icarus, Mario Bros. og The Legend of Zelda.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.