Ongar gyms í Pokémon Sun & Moon
04/08/2016 klokkan 06:00 - HForce


Fleiri upplýsingar eru vístar fram um komandi spølini í høvuðs Pokémon røðini. Tey eita Sun & Moon, og eru sum vanligt tvey nærum identisk spøl sum koma út samstundis.

Tað mest áhugaverda er, at tað letur til at “gyms” verða heilt avskaffaði. Altso, tú kemur ikki at berjast móti einari røð av bossum fyri at vinna badges sum geva tær atgongd til at vinna spælið. Heldur verða har “Trials”, ymsar avbjóðingar sum tú skalt klára fyri at koma fram í spælinum. Hesar síggja út til at vera alt frá at samla ingrediensir fyri ein persón til at kappast móti teimum í einum dance-off.

Har koma eisini nýggjar útgávur av gomlum Pokémons, so sum av Exeggcutor og Sandshrew.

Tú sært eitt video við ymsum broytingum og spennandi nýggjum tingum í næstu Pokémon spølunum niðanfyri.


Viðmerkingar: 4
Síða [1]
HForce

18/10/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 1 - 04/08/2016 klokkan 07:47

Hasin eini Pokémon líkist Donald Trump!
Likka_64

22/10/2019

Stað: -
Innlegg: 246
# 2 - 04/08/2016 klokkan 16:04

tú og alt internet hevur sagt tað
HForce

18/10/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 3 - 04/08/2016 klokkan 20:36

Heh. Sorry at eg ikki havi brúkt internetið.
Likka_64

22/10/2019

Stað: -
Innlegg: 246
# 4 - 05/08/2016 klokkan 00:17

it's alright man

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.