RIP tín býur í Cities: Skylines
21/08/2016 klokkan 06:00 - HForce


Hatta er ein flottur býur tú hevur har. Tað vildi verði synd, um nakað hendi við hann.

Tað sigur Paradox Interactive í avdúkingar trailer fyri komandi ekspansiónina Natural Disasters til Cities: Skylines.

Tað er longu yvir eitt ár síðani býar-byggingar simulatorin Cities: Skylines kom út, og hann hevur verið væleydnaður. Nú kemur ein nýggj uppdatering til spælið, sum útsetir tín bý fyri hóttanum frá náttúrligum vanlukkum, so sum einum dettandi meteori.

Tú skalt verja tín bý móti hesum hóttanum, og tú kanst gera hann kláran til tá vanlukkan rakar við ymsum fyrireikingum og evakuatións-ætlanum.

Tú sært avdúkingar trailer fyri Cities: Skylines - Natural Disasters niðanfyri. Tað kemur út seinni í ár.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.