Owlboy kemur út í ár
08/09/2016 klokkan 06:00 - HForce


Indie spælið Owlboy hevur júst fingið ein avdúkingartrailer. Tó er tað synd at siga, at tað er ein stór avdúking. Spælið hevur verið í menning leingi, men vit hava ikki hoyrt nakað serligt í eina tíð.

Í Owlboy ert tú... Owlboy. Hann er ein av einari menniskja-uglu hybrid rasu, og hansara heim er við at verða álopið av luft-piratum. Tú skalt so á eina ferð fyri at bjarga tínari heimbygd gjøgnum ein pixeleraðan heim.

Owlboy kemur út í heyst í ár. Tú sært “avdúkingina” niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.