Planet Coaster vil kappast við klassikaran
11/09/2016 klokkan 06:00 - HForce


Skjótt kemur spælið Planet Coaster, har tú fært ábyrgd av einari tivoli-park og skalt byggja rutsjubanar og aðrar attraktiónir.

Hetta er sjálvandi sama premissan sum í Rollercoaster Tycoon, spælserian sum hevur eksisterað sirka líka leingi sum teldur. Men sum við tílíkum klassikarum, so er tað altíð pláss fyri at onkur kemur og ger tað betur, til dømis sum Cities Skylines gjørdi fyri Sim City.

Planet Coaster kemur út til PC tann 17. november, og tú sært ein gameplay trailer niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.