Halt teg vekk frá gólvinum í Hot Lava
09/09/2016 klokkan 06:00 - HForce


Tú hevur sjálvandi spælt “jørðin er eitrað” sum barn. Á enskum kallast hetta barnaspælið “the floor is lava”, og júst tað spælið er við at verða gjørt til telduspæl.

Í Hot Lava er jørðin gjørd úr lava, og tú skalt sjálvandi halda teg langt vekk frá henni. Tú hoppar runt á møblum, men eisini gjøgnum stór flott landsløg.

Hot Lava minnir mest um eina blanding av Mirror’s Edge og “surf” servarum úr Counter-Strike, og tað sær út sum ein góð blanding. Tú sært ein gameplay trailer niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.