EVE Online fær skjótt ein free-to-play møguleika
02/09/2016 klokkan 06:00 - HForce


Rúmdarspælið EVE Online er kent fyri at vera ringt at læra, men mennarin ynskir at gera tað lættari fyri nýggj fólk at koma umborð. Nýggjasta royndin er at gera ein part av spælinum heilt ókeypis at spæla!

Í EVE Online skal tín karakterur trena ymsar eginleikar fyri at flúgva í størri skipum og klára ymisk onnur avrik, men skjótt kanst tú hava ein serligan karakter, eina “alpha clone”, sum bert kann læra tey mest neyðugu tingini fyri at koma í gongd. Hetta ger hinvegin, at tú kanst royna spælið og læra tað at kenna heilt róligt, uttan at hugsa um at gjalda fyri tíðina.

Nýggi møguleikan verður introduseraður í EVE Online seinni í ár. Tú kanst lesa fleiri upplýsingar um broytingina á blogginum hjá EVE Online.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.