Pokémon GO er heintað hálva milliard ferðir
13/09/2016 klokkan 06:00 - HForce


Um tú spælir Pokémon GO, so ert tú ikki ein unikk kavaflykra. Tú ert ein av nógvum milliónum heimin runt sum leita eftir Pikachu.

Ekstremt væleydnaða spælið Pókemon GO er nú heintað niður eina hálva milliard ferðir. Hugsa líka um tað. Tað svarar til, at umleið hvør 15. persónur í heiminum hevur heintað spælið, inklusiv smábørn og øll í triðja heiminum uttan internet.

Tað tekur sjálvandi ikki hædd fyri, at summi fólk hava heintað tað niður fleiri ferðir, til dømis tá tey hava skift telefon. Men tað ger enn Pokémon GO til eina brakandi succés.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.