Super Mario kemur endiliga til iPhone
12/09/2016 klokkan 06:00 - HForce


Til stóra tiltakið hjá Apple fyri nøkrum døgum siðani varð ymiskt víst fram. Sjálvandi tann nýggja iPhone 7, sum øll væntaðu fór at verða avdúkað. Men eisini nakað heilt serligt annað.

Shigeru Miyamoto kom nemliga á pallin í Californien at avdúka Super Mario Run, eitt spildurnýtt Mario sum kemur út seinni í ár til iPhone. Kanska spælið kemur til aðrar smartphone seinni, men Apple hava opinbart eina ekslusiva avtalu, í hvussu so er fyri fyrst.

Super Mario Run líkist nógv øðrum klassiskum 2D side-scrolling Mario spølum, men tú kanst spæla tað við bara einum einkultum fingri. Tað er tí at Mario rennir konstant, og tað einasta tú kanst gera er at fáa hann til at hoppa.

Tú sært avdúkingina og eitt sindur av gameplay í videonum niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.