Nýggjur Pokémon Sun & Moon trailer
15/09/2016 klokkan 06:00 - HForce


Nýggjastu útgávurnar av handheld Pokémon spølum nærkast. Tvillinga-spøluni hesuferð eita Pokémon Sun & Moon, og tey koma sjálvandi við einari rúgvu av nýggjum Pokémons og ævintýrum.

Nógvar broytingar eru hesuferð. Til dømis kunnu vit vænta at ikki berjast fyri gym badges, nakað heilt nýtt í seriuni!

Trailarin vísir ymsar Pokémon fram í bardaga og øðrum situatiónum, og Sun & Moon síggja út til at blíva til nakað unikt í mun til fyrr.

Tú sært nýggja trailer niðanfyri. Pokémon Sun & Moon koma út tann 18. november í ár til Nintendo 3DS.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.