Gameplay sum Corvo í Dishonored 2
16/09/2016 klokkan 06:00 - HForce


Uppfylgjarin til Dishonored varð fyri einum ári síðani kunngjørdur. Í spælinum kemur høvuðspersónurin úr eittaranum aftur. Hann eitur Corvo, og tú kanst velja at antin spæla sum hann ella sum prinsessan Emily í tveyaranum.

Vit hava longu sæð nakað av gameplay úr Dishonored 2, men tað var úr sjónarhorninum hjá Emily. Hesuferð síggja vit nakað til stílin hjá Corvo, og samstundis fáa eitt eitt sindur innlit í hvat gongur fyri seg og motivatiónina hjá Corvo at halda áfram at drepa.

Dishonored 2 kemur út til Windows, PlayStation 4 og Xbox One tann 11. november. Tú sært nýggja gameplay trailer við Corvo niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.