Leyp á Death Star í Star Wars Battlefront
17/09/2016 klokkan 06:00 - HForce


Ein av mest ikonisku støðunum úr Star Wars universinum er Death Star, tann kempustóra rúmdarstøðin sum tað ónda imperiið brúkti at bresta planetir við í fyrsta Star Wars filminum.

Nú kanst tú bjarga milliónir av fólki við at leypa á hesa vandamiklu Death Star í Star Wars Battlefront. Spælið kom út í fjør til PC, PlayStation 4 og Xbox One, og nú er Death Star banin útgivin við einum DLC, sum tú kanst heinta beinanvegin.

Tú sært ein trailer fyri Star Wars Battlefront Death Star DLCið niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.